Eftir fimm ár í venjaratoyminum hevur John Petersen nú takkað fyri seg á A-landsliðnum hjá kvinnum


Dysturin hjá A-landsliðnum við kvinnum móti Norðurírlandi var ikki bert hin seinasti í hesari undankappingini. Hetta var eisini seinasti dysturin hjá John Petersen sum høvuðsvenjara á landsliðnum. 

Eftir fimm ár í venjaratoyminum hevur høvuðsvenjarin nevniliga valt at takka fyri seg. Í sjónbandinum niðanfyri kanst tú hoyra John seta orð á dystin móti Norðurírlandi og avgerðina um at steðga sum landsliðsvenjari.

Komandi undankapping hjá kvinnunum byrjar í september næsta ár, og áðrenn tað eru venjingardystir á skránni í vár.