Lars Olsen og landsliðsleikararnir løgdu fyrrapartin seinastu hond á fyrireikingarnar undan dystinum ímóti Grikkalandi, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45
Útselt er til dystin í morgin, og tað tykist sum spælararnir eru væl fyri og til reiðar at geva alt, teir eiga, fyri at fáa eitt so gott úrslit sum tilber.

– Grikkar eru framvegis favorittar, men vit hava gott sjálvsálit og fara út at gera okkara allarbesta, segði landsliðsmiðvallarin, Sølvi Vatnhamar, eftir venjingina.

Sølvi fegnast um, at stuðulin frá áskoðarunum eftir øllum at døma ikki fer at mangla í morgin.

– Tað verður ótrúliga stuttligt at spæla frammanfyri so nógvum fólki. Tað er ikki vanligt hjá okkum, sum spæla her heima í Føroyum, so fyrst og fremst mugu vit út at njóta tað, og so levera ein ordiligan innsats og vita, um vit ikki kunnu geva teimum nakað aftur fyri pengarnar.

Tíðindafundur var í Tórsvallarhúsinum undan venjingini, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, gjørdi greitt, at hann væntar ein harðan dyst leygarkvøldið.

Myndir