FSF Varpið: Nú er greitt, hvussu spælast skal í fremstu deildini hjá monnum komandi kappingarár. TB/FCS/Royn, Skála, Víkingur, EB/Streymur og AB fáa 14 heimadystir
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya tók sær av lutakastinum, tá finnast skuldi fram til, hvussu fremsta deildin hjá monnum skal spælast komandi kappingarár, sum fer av bakkastokki sunnudagin 11. mars 2018.
Tað er eitt lítið sindur av einum putlispæli, ið skal ganga upp, tá kappingin skal skipast, og tað er eisini ein avbjóðing, at tey tíggju liðini skulu spæla tríggjar ferðir móti hvør øðrum. Hetta hevur millum annað við sær, at nøkur lið fáa 14 heimadystir, meðan nøkur fáa 13 heimadystir.
Umframt at finna fram til, hvørji lið skulu spæla fjúrtan ferðir á heimavølli, verður í sendingini eisini kunngjørt, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari. Og tað er ikki frítt, at lagt verður fyri við onkrum braki – kanska serliga í Klaksvík.