Í dag klokkan 17:00 sleppa dreingirnir á U15-landsliðnum av álvara royna seg, tá føroyska liðið skal spæla venjingardyst ímóti Sveis. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík
Nakað seinakaðir kom sveisiska U15-landsliðið við dreingjum til Føroyar í gjár, og í dag klokkan 17:00 fara teir á plenina við Djúpumýru í Klaksvík, har føroyska U15-landsliðið verður mótstøðuliðið.
Sveisiska liðið skal spæla tveir venjingardystir, meðan teir eru í Føroyum. Í dag verður sum áður nevnt spælt í Klaksvík, og hósdagin klokkan 17:00 møtast liðini aftur á Tórsvølli.
Hetta er samstundis fyrstu ferðina, at okkara U15-landslið við dreingjum skal spæla ein veruligan landsdyst. Undanfarin ár hevur liðið tikið lut í Brøndby Cup og Vejle Cup í Danmark, og Aberdeen Football Festival í Skotlandi, og har hava mótstøðuliðini verið lið úr nærum øllum heiminum, tó ikki landslið. Men nú sleppa okkara so umsíður at spæla ein altjóða landsdyst.
– Hetta verður ein stór avbjóðing, og um hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA fyri A-landslið sæst, at Sveis er nummar 18 í heiminum. Tí er einki at ivast í, at okkara dreingir av álvara sleppa at royna seg, sigur Eli Hentze, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.
FSF Varpið sendir beinleiðis frá dystinum, sum verður við Djúpumýru í Klaksvík, har vónandi nógvir áskoðarar eisini verða at síggja.
Føroyski hópurin sær soleiðis út:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dánial Danielsen, NSÍ
Regin í Geil Jakobsen, HB
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Børge Petersen, KÍ
Olaf K. Hansen, KÍ
Tórur F. Joensen, HB
Sámal Jákup Jóhannusarson, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Hjalti S. Samuelsen, 07 Vestur
Áki Hentze, 07 Vestur
Jónas Warner, B71
Símun Sólheim, HB
Kristian K. Hentze, B71
Petur Ovi Dam, HB
Leivur F. Guttesen, HB
Bárður Ó. Jensen, B68
Oddur í H. Petersen, 07 Vestur