Tað eydnaðist A-landsliðið við kvinnum at fáa eitt stig í fyrsta dystinum í Baltic Cup í Lettlandi. Estland var mótstøðuliðið, og úrslitið gjørdist javnleikur 2-2
– Sum heild eri eg væl nøgdur við dystin, og serliga í seinna hálvleiki vísa okkara spælarar góðan stríðsvilja og spældu í løtum rættuliga góðan fótbólt. Hetta var ein javnur dystur, so úrslitið var á góðari leið, sigur Pætur Clementsen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum hósdagin spældi javnleik 2-2 ímóti Estlandi.

Eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum í steðginum, reistu føroysku kvinnurnar seg av álvara í seinna hálvleiki. Fyrst minkaði Milja Simonsen um munin tá eitt gott korter var eftir at spæla, og bara tríggjar minuttir seinni javnaði Rannvá Andreasen til 2-2.

– Estlendska kvinnulandsliðið hevur nógv fleiri royndir í altjóða dystum, enn vit hava. Tær luttaka eisini í EM-undankappingini, og tí haldi eg vit í fyrsta umfari kunnu vera nøgd við javnleikin, sigur Pætur Clementsen.

Umframt Føroyar og Estland, luttaka Litava og Lettland, ið er vertur fyri kappingini, eisini í Baltic Cup 2016.

Næstur dystur hjá føroyska liðnum verður fríggjadagin, tá Litava er mótstøðuliðið, Dysturin byrjar klokkan 12:00 og kann síggjast her: http://sportacentrs.com/sportacentrs_tv/live