Komandi fríggjadag verður seinasti dystur í hesum árinum við føroyskari luttøku, tá kvinnulandsliðið spælir HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia
– Nú fara vit at brúka tríggjar dagar at fyrireika okkum so væl sum yvirhøvur tilber, og síðani fara vit at gera alt fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt heim við, sigur Pætur Smith Clementsen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Fríggjadagin 24. november klokkan 13:00 (føroyska tíð) spælir føroyska kvinnulandsliðið fjórða dystin í undankappingini til HM, sum verður í Fraklandi í 2019. Mótstøðuliðið hesaferð er Slovenia, sum eins og Føroyar, framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar í hesari undankappingini.
Seinnapartin mánadagin fór ferðalagið úr Føroyum, og eftir ein stuttan steðg í Keypmannahavn, lendi føroyska kvinnulandsliðið um tíggju-tíðina mánakvøldið í Ljubliana í Slovenia.
– Satt at siga, so eri eg ófarin av, hvussu nógva tíð og orku spælararnir hava brúkt uppá fyrireikingarnar seinastu vikurnar – bæði við felagsvenjingum og styrkivenjing.
– So eg vóni inniliga at innsatsurin sæst aftur í avrikinum fríggjadagin, og at tær fáa løn fyri stríðið. Tí tað er als einki at ivast í, at tær vilja enda árið væl, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Slovensku kvinnurnar hava spælt tveir dystir higartil í kappingini. Úrslitini hava verið 6-0 tap fyri Týsklandi á útivølli, og 4-0 tap ímóti Kekkia á heimavølli.