Um vikuskiftið skal føroyska kvinnulandsliðið spæla tveir venjingardystir, sum báðir verða á útivølli ímóti Luksemborg
– Vit hava vant heima í Føroyum, og hava nú havt tvær venjingar her, so vit halda okkum vera væl fyri til dystirnar ímóti Luksemborg, sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Um vikuskiftið skal føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur. Talan verður um tveir venjingardystir ímóti Luksemborg. Fyrri dysturin verður fríggjakvøldið, meðan tann seinni verður spældur sunnudagin.

– Vit hava arbeitt miðvíst við at skapa eitt umhvørvi, sum tað er stuttligt og gevandi at vera partur av, og hetta vóna vit fer at síggjast aftur á vøllinum, sigur Pætur Clementsen.

Fyri fýra árum síðani, 28. november í 2012, spældi føroyska kvinnulandsliðið eisini venjingardyst ímóti Luksemborg. Úrslitið ta ferðina gjørdist 6-0 til Føroyar. Málskjúttarnir vóru Rannvá B. Andreasen, hon gjørdi tvey, Íðunn Magnussen, Sofía Purhús, Fríðrún Olsen og Malena Josephsen.

Av teimum fimm málskjúttunum, er bara Rannvá B. Andreasen framvegis partur av liðnum, og hvussu úrtøkan verður hesaferð, er ilt at meta um.

– Vit hava sæð nakað av video av teimum, og eg meti, at tær kanska eru á nøkulunda sama støði sum vit. Men eg meti tó eisini, at føroyska landsliðið hevur gjørt stór framstig hetta seinasta árið.

– Annars gongur væl. Lagið í hópinum er gott, og vit gleða okkum til dystirnar, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, at enda við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.