Føroyska kvinnulandsliðið tapti fríggjakvøldið 2-1 í venjingardysti fyri Luksemborg. Birna Tummasardóttir skoraði fyri Føroyar
Talan var um ein javnan dyst, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum fríggjakvøldið spældi venjingardyst ímóti Luksemborg. Úrslitið gjørdist 2-1 til heimaliðið, eftir javnleik 1-1 í steðginum.

Føroyska liðið kom væl frá byrjan, og eftir lítlari løtu legði Birna Tummasardóttir Føroyar á odda. Meginpartin av fyrra hálvleiki høvdu okkara fult tamarhald á dystinum, men beint fyri steðgin javnaði Luksemborg til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Góða gongdin hjá føroyska liðnum helt fram í seinna hálvleiki, og spældu seg eisini fram til fleiri stórar málmøguleikar. Men tíverri spurdist einki burturúr. Í staðin var tað Luksemborg sum skoraði sigursmálið, sum kom tá vanliga leiktíðin var farin.

– Vit eru sjálvandi sera skuffaði beint nú, men duga eisini at síggja nøkur greið viðurskifti, sum vit kunnu byggja víðari á. Luksemborg hevur onkrar rættuliga góðar spælarar, sum skara framúr, og skapa fleiri vandamiklar støður.

– Men okkara kvinnur eru uppsettar uppá at vísa seg frá síni bestu síðu, so vit gleða okkum longu til næsta dystin, sum verður sunnudagin, sigur landsliðsvenjarin, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.