Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum at vinna í næsta dystinum í Baltic Cup í Lettlandi. Hesaferð var mótstøðuliðið Litava, og úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar, við máli sum Rannvá Andreasen skoraði
– Aftur hesaferð spæla vi tein javnan dyst, men tíbetur eru tað vit, sum ímóti endanum av dystinum taka øll stigini, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Fríggjadagin var næsta umfar í Baltic Cup 2016 á skránni, og eftir at hava spælt javnleik 2-2 ímóti Estlandi í fyrsta dystinum, var Litava mótstøðuliðið hesaferð. Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar, við máli sum Rannvá Andreasen skoraði sjey minuttir fyri leiklok.
Í fyrra hálvleiki sat Litava á meginpartin av spælinum, meðan okkara høvdu trupult við at fylgja við. Men verjuspælið var gott, og tað bleiv tí sjáldan heilt vandamikið frammanfyri føroyska málið.
Eftir stegðin komu okkara meir við í dystin, og fingu betri tamarhald á spælinum. Eisini byrjaði føroyska liðið at skapa fleiri vandamiklar málmøguleikar, og í 83. minutti varð floytað fyri frísparki til Føroyar beint uttanfyri litaviska brotsteigin. Rannvá Andreasen varð sett at skjóta, og hon sendi bóltin beinleiðis í málið. 1-0 til Føroyar.
– Litava hevur eitt gott lið, og tær spæla góðan fótbólt. Men okkara kvinnur arbeiða hart allan dystin, og tað er eisini sera hugaligt at síggja, at allar megna at umstilla seg til tær broytingar, ið vit gjørdu á liðnum í mun til fyrra dystin í kappingini.
– Sigurin á Litava hevur eisini við sær, at nú skulu vit fyrireika okkum til ”finaluna”, sum verður ímóti Lettlandi sunnudagin. Og tá sleppa vit aftur av álvara at royna okkum, tí lettlendska liðið sær út til at vera rættuliga sterkt, sigur Pætur Clementsen, venjari.