Tveir dystir eru á skránni í Betri Deildini hjá kvinnum sunnudagin. B68 og HB spæla á Toftum, og í Gøtu tekur ÍF/Víkingur móti KÍ. B36 og EBS/Skála spæla týsdagin

Fyrstu dystirnir í landskappingini hjá kvinnum verða spældir sunnudagin 11. mars. Klokkan 15:00 verður floytað í gongd á Svangaskarði á Toftum, har B68 tekur ímóti HB, og klokkan 17:30 møtast ÍF/Víkingur og KÍ í Sarpugerði í Gøtu.

 

Triðji dysturin í fyrsta umfari í Betri Deildini hjá kvinnum verður spældur í Havn týskvøldið 13. mars klokkan 19:30, tá føroyameistararnir úr EBS/Skála vitja B36.

 

KÍ og HB favorittar

Í samband við kappingina hjá kvinnum hava átta miðlafólk mett um, hvussu endaliga støðan fer at verða. Og har stendur á jøvnum millum KÍ og HB. Fýra siga KÍ, og fýra vænta, at HB fer avstað við FM-heitnum.

 

Meira kann lesast í Fótbóltsblaðnum hjá FSF, sum verður at fáa til fyrsta umfar í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum. Harumframt verður blaðið eisini at fáa ókeypis í EFFO-støðunum og í FAST-handlunum kring landið sunnudagin.

 

Í blaðnum eru samrøður við umboð fyri øll liðini í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, umframt øll hini feløgini, landsliðini, dómararnar og nógv annð, ið rørist í føroyskum fótbólti.

 

Skráin fyri Betri Deildini hjá kvinnum sæst her: Betri Deildin kvinnur 2018