Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 20. mars, og í ár verður felagsliðið B68/NSÍ eisini við í kappingini
Føroyameistararnir seinastu 16 árini í kvinnufótbólti, KÍ, byrja á heimavølli, tá fyrsta umfar í landskappingini verður á skránni sunnudagin 20. mars.
Umframt tey fimm liðini, ið luttóku í fjør, KÍ, EBS/Skála, HB, ÍF/Víkingur og AB/B36, verður felagsliðið hjá B68 og NSÍ eisini við í kappingini í ár. Tó skal nevnast, at samstarvið millum AB og B36 er steðgað, og í ár verða tað bara kvinnurnar hjá B36, sum fara at spæla í 1. deild.
Í fyrsta umfari fáa klaksvíkskvinnur vitjan av HB, meðan hinir báðir dystirnir verða ímillum B36 og EBS/Skála, og ÍF/Víkingur og B68/NSÍ.
Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður 19. juni, og síðani verður byrjað aftur sunnudagin 31. juli. Síðsta umfar í landskappingini verður 8. oktober, og tá verður spælt soleiðis: HB-B68/NSÍ, KÍ-EBS/Skála og B36-ÍF/Víkingur.
Í steypakappingini verður fyrsta umfar spælt 1. mai. Hálvfinalurnar eru á skránni 22. mai og 22. juni, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 3. september.
Landskappingin hjá kvinnum sæst her: 1. deild kvinnur 2016