Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum er nú klár, og í ár fara sjey lið at luttaka í fremstu deildini. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 12. mars

Føroyameistararnir í kappingini hjá kvinnum seinastu 17 árini, KÍ, byrja á heimavølli, tá fyrsta umfar í landskappingini verður á skránni á Grækarismessu, sunnudagin 12. mars.

 

Umframt tey seks liðini, sum luttóku í fjør, KÍ, EBS/Skála, HB, ÍF/Víkingur, B36 og B68, hevur B71 boðað frá, at tey eisini vilja taka lut í 1. deild hjá kvinnum í ár.

 

Í fyrsta umfari fáa klaksvíkskvinnur vitjan av felagsliðnum ÍF/Víkingur, meðan hinir báðir dystirnir í fyrsta umfar verða ímillum B36 og B71, og EBS/Skála og B68.

 

Seinasta umfar í landskappingini hjá kvinnum verður spælt 7. oktober, og tá møtast ÍF/Víkingur og EBS/Skála, B68 og B36, og B71 og HB.

 

Øll leikskráin í 1. deild hjá kvinnum sæst her: 1. deild kvinnur 2017 / Leikskrá

 

Í steypakappingini verður lagt frá landi tann 7. mai, tá innleiðandi umfarið er á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar 28. mai og 25. juni, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 9. september.