Mikudagin setti føroyska A-landsliðið við kvinnum kós ímóti Malta, har innleiðandi kapping til EM-undankappingina verður á skránni næstu dagarnar
Føroyska A-landsliðið við kvinnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til innleiðandi kapping á Malta, har tær skulu spæla tríggjar undan-undankappingardystir ímóti Malta, Georgia og Andorra. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingini, sum byrjar í heyst.
Í vetur hevur føroyski hópurin vant einaferð um vikuna á Tórsvølli, men ringa veðrið hevur havt sína ávirkan á fyrireikingarnar.
– Tíverri hava vit verið noydd at avlýst nakrar venjingar vegna frost og kava. Kvinnurnar hava eisini havt trupuleikar av at ferðast til og frá venjing orsaka keðiliga veðrið. Á veg til Malta fingu vit vant og spælt ein venjingardyst í Keypmannahavn, so hóast keðiliga veturin, so eru allar væntandi klárar til tríggjar krevjandi dystir, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.
Fyrsti dystur í kappingini verður ímóti Georgia leygardagin 4. apríl klokkan 11:00 lokala tíð. Føroyar og Georgia vóru eisini í bólki saman fyri tveimum árum síðani, og ta ferðina vann føroyska liðið við 2-1. Heidi Sevdal skeyt bæði málini fyri Føroyar.
Kortini væntar landsliðsvenjarin, at kappingin hesaferð verður harðari enn seinast. Tá fóru nummar 1 og 2 víðari til undankappingina, meðan tað í ár bara er vinnarin av kappingin, ið sleppur víðari. Har afturat er føroyska liðið nakað skert til fyrsta dystin.
– Málverjin úr EB/Streymi, Anna S. Hansen hevur verið partur av flogbóltsfinalunum, og verður tí ikki við í fyrsta dystinum. Seinast vunnu vit tepurt ímóti Georgia, og Malta er væntandi á sama støði sum vit. So hetta verður trupult, men vit trúgva uppá, at tað ferð at bera til aftur hesaferð, sigur Jón Pauli Olsen.
Leikskráin
Dato | Klokkan | Dystur | Leikstaður |
04-04-2015 | 11:00 | Georgia – Føroyar | Victor Tedesco Stadion |
06-04-2015 | 11:00 | Føroyar – Andorra | Victor Tedesco Stadion |
09-04-2015 | 11:00 | Malta – Føroyar | Victor Tedesco Stadion |
Myndir: Hans Erik Danielsen