Hóskvøldið vann føroyska kvinnulandsliðið stórsigur ímóti Luksemborg. Úrslitið gjørdist 5-1 til Føroyar. Leygardagin fara kvinnurnar aftur á vøllin, tá Montenegro er mótstøðuliðið, og tá verður eisini skipað fyri andlitsmáling og øðrum
Føroyska kvinnulandsliðið kom væl frá byrjan, tá tær hóskvøldið spældu fyrsta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Luksemborg, og úrslitið gjørdist 5-1 til Føroyar. Veðrið á Tórsvølli hetta kvøldið var ikki av tí allarbesta, men tað forðaði tó ikki áskoðarum at koma og hyggja at dystinum. Áleið 490 fólk møttu upp.
Dysturin var sjey minuttir gamal, tá Heidi Sevdal megnaði at leggja Føroyar á odda. Hetta var ikki seinastu ferð, tí eftir tað kom bólturin ferð eftir ferð inn um málstrikuna hjá Luksemborg. Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Lív F. Arge vóru eisini við í málveitsluni. Dysturin endaði við, at Føroyar vunnu 5-1.
Heidi Sevdal hevur júst lagt Føroyar á odda 1-0 ímóti Luksemborg – Mynd: Jóanis Albert Nielsen
Føroyska hetjurnar aftur á vøllin í morgin
Í morgin (leygardagin) klokkan 15:00 møta føroysku landsliðskvinnurnar liðnum hjá Montenegro á Tórsvølli. Montenegro hevur longu spælt ímóti Turkalandi hósdagin, har Turkaland vann 3-0.
Kvinnulandsliðið hevur góðar vónir til dystin í morgin – serliga eftir stórsigurin ímóti Luksemborg. Tær ásanna tó, at hendan uppgávan helst verður meira trupul.
– Gott nokk vunnu vit stórsigur í gjár, men Montenegro er eitt betri lið enn Luksemborg. Men um vit hugsavna okkum á sama hátt, so hava vit góðar møguleikar at fáa eitt gott úrslit, sigur liðskiparin Rannvá Andreasen.
Nógv á skránni uppundir dystin
Í morgin verður veðrið í øllum førum ikki ein hóttan. Í morgin verður lítið av vindi og turt í veðrinum. Harumframt hava fleiri fótbóltsfeløg fyriskipað útgerð til dystin við gentuliðum, og umframt tað verður møguligt hjá børnum at fáa andlitsmáling áðrenn dystin.
Eyðvør Klakstein leggur Føroyar á odda 2-0 ímóti Luksemborg – Mynd: Jóanis Albert Nielsen