FSF Varpið: Rannvá B. Andreasen og Heidi Sevdal trúgva veruliga uppá, at tað ber til at fáa stig ímóti Slovenia. Men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, eru tær eisini samdar um

Hósdagin 7. juni klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið sætta dystin í undankappingini til HM 2019, sum verður í Fraklandi.

 

Á middegi mikudagin hevði føroyska liðið sína seinastu venjing, og sum heild eru okkara spælarar væl fyri til komandi avbjóðing.

 

Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Rannvá Biskopstø Andreasen, og Heidi Sevdal. Samrøðurnar síggjast í sjónmiðilinum niðanfyri.