Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur í fyrsta umfari úttikið 26 spælarar til venjingardystirnar ímóti Luksemburg, sum verða 4. og 6. november
Í døgunum 4. og 6. november skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla tveir venjngardystir á útivølli ímóti Luksemburg.

Fyrireikingarnar til hesar dystir eru longu farnar í gongd, og í fyrsta umfari hevur venjarin, Pætur Clementsen úttikið 26 spælarar til úttøkuvenjingar á Tórsvølli.

Tær 26 eru hesar:
Jóna Nicolajsen, Ásla Johannesen, Súsanna M. Hansen og Brynhild Haraldsen, B36.
Hjørdis Nesá, B68.
Rakul Magnussen, Birna Tummasardóttir, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm, Kára Djurhuus og Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála.
Valgerð Andreasen, Lív Arge, Milja R. Simonsen og Elin M. Isaksen, HB.
Kára Jarnskor, Arnborg Lervig, Martha Thomsen og Sigrid Petersen, ÍF/Víkingur.
Sigrid A. Jacobsen, Ása K. Thomsen, Rannvá B. Andreasen, Eyðvør KLakstein, Maria K. Thomsen, Hervør Olsen og Liljan Jacobsen, KÍ.

Komandi leygardag verður vant tvær ferðir á Tórsvølli, og leygardagin 15. oktober eru eisini tvær venjingar á skránni. Síðani verður endaligi hópurin úttikin, og seinasta venjing áðrenn fráferð verður 29. oktober. Í ferðalagnum til Luksemburg verða 18 spælarar við.

Fyri trimum árum síðani spældu Luksemburg og Føroyar venjingardyst í Luksemburg. Ta ferðina vann føroyska liðið 6-0.