Nú er greitt, hvørjum føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla ímóti, í undan undankappingini til EM 2017. Mótstøðuliðini vera Malta, Georgia og Andorra
– Hetta var ein fínur bólkur at koma í, men vit skulu kortini ikki vænta, at hetta verður lætt. Vit hava fyrr vunnið á Georgia og Malta, men kenna ikki so nógv til Andorra, sum er við fyri fyrstu ferð, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum.

Seinnapartin mánadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í undan undankappingini til europameistaraheitið fyri kvinnur, sum verður í 2017.

Átta lið, býtt í tveir bólkar, skulu dystast, og bólkavinnararnir fara víðari til sjálva undankappingina. Og føroyska liðið kom í bólk B, saman við Andorra, Georgia og Malta.

Undan undankappingarbólkur B verður spældur á Malta í døgunum 4. til 9. apríl.

– Vit kenna umstøðurnar á Malta, og har verður væntandi spælt á graslíki. Har afturat burdi tað verið ein fyrimunur, at vit seinastu tvey árini hava fingið regluligar dystir í HM-undankappingini. Men tað er bara vinnarin, ið fer víðari, so einki skal kiksa, sigur Malena Josephsen, liðskipari á føroyska kvinnulandsliðnum.

Seinast føroyska A-landsliðið hjá kvinnum var í undan undankapping var í Litava í 2013, og tá eydnaðist at vinna bólkin. Eisini tá var Georgia eitt av mótstøðuliðunum.