Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum fyrst í apríl mánaða skal taka lut í innleiðandi umfarinum til næstu HM-undankapping, fara nú av álvara í gongd

– Tað standa nakrar stórar avbjóðingar fyri framman í hesum nýggja árinum, men tað gleða vit okkum sjálvandi til, sigur Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, sum komandi leygardag hevur boðsent 30 spælarum til ársins fyrstu landsliðsvenjingar á Tórsvølli.

Í fyrsta umfari skal føroyska kvinnulandsliðið fyrireika seg til innleiðandi umfarið í samband við næstu HM-undankapping.

Innleiðandi umfarið, ið verður spælt frá 6. til 11. apríl, verður skipað sum mini-kappingar við fýra londum í fýra bólkum. Tað eru 16 tey lægst styrkismettu londini í UEFA, sum luttaka, og síðani verða tað bólkavinnarin og besti 2’arin, ið spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Tey 16 londini, sum luttaka í mini-kappingunum, eru Turkaland, Ísrael, Grikkaland, Kasakstan, Estland, Albania, Føroyar, Moldova, Malta, Montenegro, Georgia, Litava, Lettland, Luksemborg, Andorra og Kosovo.

– Hesaferð er talan um væl sterkari lond, enn vit plaga at møta til hesar mini-kappingar. Tí er altavgerandi, at vit eru so væl fyrireikaði sum tilber tá vit nærkast apríl mánaða, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tann 29. januar verður lutakast um, hvørjum londum føroyska kvinnulandsliðið skal spæla ímóti, og hvørji lond vera vertir fyri mini-kappingunum.

Tær 30, ið hava fingið boð til landsliðsvenjing leygardagin 7. januar, eru hesar:
Jóna Nicolajsen, B36
Súsanna M. Hansen, B36
Ásla Johannesen, B36
Elisabet Vang, B36
Sarita Maria Mittfoss, B36
Hjørdis Nesá, B68
Birita Nielsen, B68
Hansina Ronaldsdóttir, B68
Anna S. Hansen, EB/ST/Skála
Birna Tummasardóttir, EB/ST/Skála
Ansy Sevdal, EB/ST/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EB/ST/Skála
Lív Arge, HB
Milja R. Simonsen, HB
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Lea Hansen, HB
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur
Marta Thomsen, ÍF/Víkingur
Dania S. A. Olsen, ÍF/Víkingur
Ása K Thomsen, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Maria K. Thomsen, KÍ
Gudný Johannessen, KÍ
Hervør Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Evi á Lakjuni, KÍ
Tórunn Joensen, KÍ
Sigrid A. Jacobsen, KÍ