Í samband við fyrsta heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini, bjóðar Kvinnulandsliðið øllum U9 liðum til eina stuttliga venjing í Gøtu


Nú er niðurteljingin til fyrsta heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini av álvara byrjað. Kvinnulandsliðið tekur ímóti Montenegro fríggjakvøldið 22. september kl. 18.00, og í hesum sambandi vilja landsliðsspælararnir og venjaratoymið fegin bjóða øllum U9 liðum (dreingjum og gentum) til eina stuttliga venjing saman við landsliðnum. 

U9 venjingin við landsliðnum verður á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu mikudagin 20. september kl. 17-18. Landsliðsspælararnir standa fyri venjingini og bjóða eisini børnunum ein gávuposa eftir venjiingina, umframt at møguleiki sjálvandi verður fyri autografum og myndum saman við landsliðsspælarunum.

Fyri at skipa venjingina so væl sum møguligt er neyðugt við tilmelding – hetta fer fram á leinkinum her. Freistin at melda til er mánakvøldið 18. september.

Niðanfyri sæst filmsbrot frá líknandi tiltaki á Tórsvølli í fjør – vit vóna, at undirtøkan verður eins góð hesaferð!

Dysturin millum Føroyar og Montenegro verður á Tórsvølli fríggjadagin 22. september kl. 18.00. Í samband við dystin verður skipað fyri fjepparatiltaki á Niðara vølli frá kl. 16.00, og við tilmelding til U9 venjingina fáa tit eisini atgongumerki til dystin (eitt barna- og eitt vaksnamannaatgongumerki pr. barn, sum luttekur í venjingini).