Um vikuskiftið verða seks av átta steypafinalum hjá FSF á skránni. Byrjað verður við U16 gentum fríggjadagin 6. oktober klokkan 17:00, og síðani verða fimm finalur spældar leygardagin
——————
Stórt steypafinaluvikuskifti verður á Tórsvølli fríggjadagin og leygardagin, 6. og 7. oktober, og skráin hesar báðar dagarnar er drúgv og rúgvismikil.
Lagt verður fyri við U16 gentum, sum spæla fríggjadagin klokkan 17:00, og síðani verður byrjað aftur leygardagin 7. oktober klokkan 10:00, tá U13 dreingir fara á vøllin. Dagurin endar við steypafinalubrakinum hjá kvinnum millum NSÍ og KÍ, sum verður floytað í gongd klokkan 19:15.
Í samband við finalurnar hjá teimum yngru, verður inngond B nýtt, og áskoðararnir halda til í eystara skýlinum, har kaffisølan eisini verður.
Tá steypahandan er, verður heitt á áskoðararnar um IKKI at fara inn á vøllin.
Tað er ókeypis atgongd til allar steypafinalurnar, undantikið finaluna hjá kvinnum. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.