Leygardagin 4. november klokkan 17:00 verður finalan um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli, og vónandi fáa øll, bæði vaksin og børn, eina góða fótbóltsuppliving
——————
Í ár eru tað B68 og HB, ið skulu spæla ársins finalu um Løgmanssteypið. Meðan toftamenn hava fyrsta steypasigurin til góðar, hevur HB vunnið steypakappingina 28 ferðir. Kortini er lagt upp til ein spennandi dyst, við nógvum áskoðarum.
Men fyri at øll, bæði vaksin og børn, kunnu fáa eina góða uppliving, er ynski, at dysturin og alt rundan um dystin verður skipað so væl sum tilber.
Dyrnar til Tórsvøll lata upp klokkan 16:00, og ein tíma seinni, klokkan 17:00 verður finalan bríkslað í gongd. Dómari verður Kári á Høvdanum.
Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo. Tað verður ikki møguligt at keypa atgongumerki við dyrnar. Fríggjakvøldið vóru umleið 2.200 atgongumerki seld.
Í samband við dystin eru portur B og C á eystursíðuni (undir grønu ítróttarhøllini) opin fyri áskoðarum.
Tað er undir ongum umstøðum loyvt at hava fýrverk við inn á stadion. Verður fýrverk skotið undir finaluni, verður dysturin steðgaður beinanvegin. Tað er heldur ikki loyvt at hava konfetti við inn á stadion, uttan so, at hetta er í samráð við FSF.
Eftir dystarlok verður vinarliga heitt á áskoðararnar um IKKI at fara inn á vøllin.
Til seinast vilja vit ynskja øllum eina góða steypafinalu. Áhugin er stórur, so møtið í góðari tíð 😊
Fótbóltssamband Føroya