Fríggjadagin taka kvinnurnar ímóti Aserbadjan á Djúpumýru í UEFA Women’s Nations League
Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan byrjar kl. 14.00, og her finnur tú viðkomandi kunning í samband við dystin.
Atgongumerkir
Atgongumerkini til dystin fáast á nethandlinum hjá FSF, og kosta 100kr fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár sleppa ókeypis til dyst. Allir áskoðarar skulu tó hava eitt atgongumerki at vísa við inngongdina. Spurningar viðvíkjandi atgongumerkjum kunnu vendast til 291968.
Inngongd
Dyrnar til dystin lata upp kl. 13:00. Inngongd A og LKJ eru opnar fyri áskoðarum.
FSF Gestir brúka inngongd A.
Parkering / koyring
Parkeringsøkið millum KÍ høllina og svimjihøllina verður stongt fyri ferðslu.
Møguleiki er tó fyri parkering nærhendis. Eitt nú ber til at parkera við Badmintonhøllina og aftanfyri Bláa Skýlið.
Góðan dyst!