Klokkan 18.00 bresta U21 landsliðini hjá Føroyum og Kroatia saman við fullsetta Djúpumýru í Klaksvík – her er kunning í samband við dystin


U21 dreingirnir eru spentir og uppsettir til dystin móti Kroatia í kvøld, og líkt er til, at tað sama ger seg galdandi fyri áskoðarar. Tað er nevniliga útselt til dystin, og tí verður ikki møguleiki at keypa atgongumerki við dyrnar, men væntandi verður góður stemningur kring vøllin.

Inngongd
Dyrnar til dystin lata upp kl. 17:00, og tað eru fýra inngongdir til dystin. Vit heita á allar áskoðarar um at tryggja sær, hvørja inngongd tey skulu brúka – hetta sæst á kortinum niðanfyri (kortið er eisini sjónligt á sjálvum atgongumerkinum). Av tí, at tað er útselt til dystin, so er sera týdningarmikið, at tit møta í góðari tíð og tryggja, hvørja inngongd, ið tit skulu brúka.


Parkering og atkoma
Innkoyringin til J. Waagsteinsgøtu verður stongd millum 14:00 og 21:00, og Bøgøta verður stongd fyri ferðslu millum kl. 16:00 og 21:00.

Parkering er ikki loyvd á økjunum aftanfyri áskoðaraskýlini, hvørki norðanfyri (móti Gerðagøtu) ella sunnanfyri (sí kortið). Víst verður ístaðin til parkeringsøkið við Badmintonhøllina, á Ósavegnum og við Sandin.

Upphiting í KÍ hølini
Frá kl. 16.00-17.30 verður upphiting í KÍ hølini, har nógv spennandi er á skránni. Møguleiki verður eitt nú at royna ymisk fótbóltsspøl og hoppiborgir, umframt at andlitsmáling og tónleikur eisini er á skránni. Til ber eisini at vinna eina landsliðsblusu, landsliðsleikarar koma at skriva autografar.

Tiltakið er ókeypis og endar kl. 17.30, soleiðis at øll kunnu seta seg til rættis við Djúpumýru áðrenn dystarbyrjan kl. 18.00. Inngongd til KÍ-høllina er frá parkeringsplássinum á J. Waagsteinsgøtu (móti svimjiihøllini/rennibreytini).

Kunningarbásur
Hava áskoðarar spurningar og/ella ivamál í samband dystin, so ber til at venda sær til kunningarbás við A-inngongdina ella ringja á tlf: 291952.