Í kvøld kl. 18.00 taka U21 dreingirnir móti Andorra við Djúpumýru í Klaksvík. Her finnur tú viðkomandi kunning í samband við dystin


Atgongumerkjasøla
Tað er stórur áhugi fyri dystinum og atgongumerkjasølan heldur fram á nethandlinum hjá FSF heilt fram til dystarbyrjan. Um tað ikki er útselt, so verða atgongumerki eisini seld við dyrnar. Atgongumerkini kosta 95kr fyri vaksin (14 ár og eldri), meðan børn sleppa ókeypis til dyst. Øll skulu tó hava atgongumerki fyri at sleppa inn – atgongumerki til børn fáast eisini á nethandlinum.

Atgongumerki til rørslutarnaði fáast til keyps á telefon +298 291972, og er annars tørvur á samband við FSF viðvíkjandi atgongumerkjasøluni, ber til at ringja á telefon +298 291966.

Inngongd
Dyrnar til dystin lata upp kl. 17:00, og tað eru fýra inngongdir til dystin. Vit heita á allar áskoðarar um at tryggja sær, hvørja inngongd tey skulu brúka – hetta sæst á kortinum niðanfyri (kortið er eisini sjónligt á sjálvum atgongumerkinum).


Parkering og atkoma
Innkoyringin til J. Waagsteinsgøtu verður stongd millum 14:00 og 21:00, og Bøgøta verður stongd fyri ferðslu millum 16:00 og 21:00.

Parkering er ikki loyvd á økjunum aftanfyri áskoðaraskýlini, hvørki norðanfyri (móti Gerðagøtu) ella sunnanfyri (sí kortið). Víst verður ístaðin til parkeringsøkið við Badmintonhøllina, á Ósavegnum og við Sandin.

Upphiting á Akursmørk
Frá kl. 16.00-17.30 skipa Skansin, Bláa Bylgjan og KÍ fyri upphiting á Akursmørk, har nógv spennandi er á skránni. Møguleiki verður eitt nú at royna ymisk fótbóltsspøl og hoppiborgir, umframt at andlitsmáling og tónleikur eisini er á skránni. Til ber eisini at vinna eina landsliðsblusu, landsliðsleikarar koma at skriva autografar, og harafturat vera grillpylsir, breyð og sunkist til øll.

Tiltakið er ókeypis og endar kl. 17.30, soleiðis at øll kunnu seta seg til rættis við Djúpumýru áðrenn dystarbyrjan kl. 18.00.