Í kvøld hittast Føroyar og Ukraina á Tórsvølli – her er viðkomandi kunning til áskoðarar
HM undankappingardysturin millum Føroyar og Ukraina byrjar kl. 18.00 og dyrnar á Tórsvølli lata upp kl. 17.00.
Áskoðarar við vanligum atgongumerkjum verða bidnir um at brúka inngongd B (á eystari langsíðu, beint undir høllini á Hálsi), og gestir til skyboks og FSF gestir verða bidnir um at brúka inngongd J (á vestaru langsíðu, beint við niðara vøll).
Undan dystinum skipa FSF og Skansin fyri fjepparatiltaki á parkeringsøkinum uttanfyri FSF húsið (No12) og Gundadalshøllina. Her verður andlitsmáling og møguleiki fyri at royna ymisk fótbóltsspøl, har til ber at vinna eina landsliðsblusu.
Fjepparatiltakið er frá kl. 16.00-17.30, og bæði No12 og Landsliðsbúðin hava opið til kl. 18.00
Atgongumerkjasølan til dystin gongur fyri seg í nethandlinum hjá FSF, og atgongumerki til rørslutarnaði kunnu fáast við at ringja á tlf. +298 291972.
Víst verður til kortið niðanfyri og reglugerðina fyri Tórsvøll.
Góðan dyst!