Í kvøld taka kvinnurnar ímóti Kýpros á Tórsvølli í UEFA Women’s Nations League
Dysturin millum Føroyar og Kýpros byrjar kl. 18.00, og her finnur tú viðkomandi kunning í samband við dystin.
Atgongumerkir
Atgongumerkini til dystin fáast á nethandlinum hjá FSF, og kosta 95kr fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár sleppa ókeypis til dyst. Allir áskoðarar skulu tó hava eitt atgongumerki at vísa við inngongdina. Spurningar viðvíkjandi atgongumerkjum kunnu vendast til 291979.
Inngongd
Dyrnar til dystin lata upp kl. 17:00. Inngongd B er opin fyri áskoðarum.
FSF Gestir og Skyboks-gestir brúka inngongd J.
Parkering / koyring
Økið rundan um Tórsvøll verður stongt fyri ferðslu.
Møguleiki er tó fyri parkering nærhendis. Eitt nú ber til at parkera aftan fyri vestara skýlið við ovara vøll, parkeringsplássið á hallarheyggi, við Bank Nordik høvuðssætið og við rennibreytina.