Í kvøld taka kvinnurnar ímóti Montenegro á Tórsvølli í fyrsta UEFA Women’s Nations League umfarinum nakrantíð
Dysturin millum Føroyar og Montenegro byrjar kl. 18.00, og her finnur tú viðkomandi kunning í samband við dystin.
Atgongumerkir
Atgongumerkini til dystin fáast á nethandlinum hjá FSF, og kosta 95kr fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár sleppa ókeypis til dyst. Allir áskoðarar skulu tó hava eitt atgongumerki at vísa við inngongdina. Spurningar viðvíkjandi atgongumerkjum kunnu vendast til 291966.
Inngongd
Dyrnar til dystin lata upp kl. 17:00. Inngongd B er opin fyri áskoðarum.
FSF Gestir og Skyboks-gestir brúka inngongd J.
Parkering / koyring
Økið rundan um Tórsvøll verður stongt fyri ferðslu.
Møguleiki er tó fyri parkering nærhendis. Eitt nú ber til at parkera aftan fyri vestara skýlið við ovara vøll, parkeringsplássið á hallarheyggi, við Bank Nordik høvuðssætið og við rennibreytina.
Upphiting á Niðara vølli
Frá kl. 16.00-17.30 verður upphiting á Niðara vølli við nógvum stuttligum virksemi. Umframt andlitsmáling og ymisk fótbóltsspøl, verður eisini pylsuvognur við ókeypis fronskum hotdogs, áðrenn skipað verður fyri felagsgongu niðan á Tórsvøll at stuðla kvinnunum.
Landsliðsbúðin og No12 er eisini opið til dystarbyrjan, so har ber eisini til at ogna sær ein landsliðsbúna á veg til dyst.