Kl. 18.00 fer kvinnulandsliðið á vøllin til seinna vinardystin móti Andorra – her er kunning til áskoðarar í samband við dystin


Føroysku kvinnurnar vóru greitt omaná í fyrra dystinum, sum tær vunnu 3-1 í Klaksvík leygardagin. Í kvøld møtast liðini aftur á Tórsvølli, og vónandi fara nógv fólk at síggjast á áskoðaraplássunum.

Minikappingin, sum skuldi vera á niðara vølli undan dystinum, er tíverri avlýst, men møguleiki verður enn hjá børnum at hugna sær við stuttligum fótbóltsspølum og andlitsmáling uttanfyri NO12 áðrenn dystin.

Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl. 18.00 og dyrnar á Tórsvølli lata upp kl. 17.00. Áskoðarar við vanligum atgongumerkjum kunnu brúka inngongd B (á eystaru langsíðu), meðan inngongd J (á vestaru síðu) er opin fyri VIP og øðrum gestum. Parkeringspláss eru vanliga tøk við høllina á Hálsi eystarumegin og aftanfyri vestara skýlið í Gundadali.

Atgongumerki til dystin kosta 95 krónur fyri vaksin og eru ókeypis fyri børn til og við 14 ár – hesi skulu tó eisini hava eitt atgongumerki fyri at sleppa inn á Tórsvøll. Atgongumerkini fáast her á nethandlinum og kunnu eisini keypast við dyrnar ein tíma fyri dyst.