Í dag kl. 15.00 tekur A-landsliðið við kvinnum móti Andorra í vinardysti við Djúpumýru í Klaksvík. Her er ymisk kunning í samband við dystin
Atgongumerkjasølan gongur fyri seg á nethandlinum her inntil kl. 13.00, og eftir hetta ber til at keypa við dyrnar, sum lata upp kl. 14.00.
Atgongumerkini kosta 95 kr fyri vaksin (14 ár og eldri) og eru ókeypis fyri børn – hesi skulu tó “keypa” í atgongumerkjasøluni fyri at fáa atgongumerki til dystin. Atgongumerki til rørslutarnaði fáast við at ringja á tlf 291972.
Parkering er ikki loyvd á økjunum aftanfyri áskoðaraskýlini, hvørki norðanfyri (móti Gerðagøtu) ella sunnanfyri (sí kortið niðanfyri). Víst verður ístaðin til parkeringsøkið við Badmintonhøllina.
Bláa bylgja skipar fyri fjepparatiltaki aftanfyri norðara skýlið frá kl. 13.00, har eitt nú andlitsmáling, hoppiborgir og grillpylsur vera á skránni. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.