Håkan Ericson hevur úttikið Kristian Joensen úr NSÍ til dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi. Kristian avloysir Teit Gestsson, sum er skaddur


Beint aftaná middag í dag hevði A-landsliðið við monnum sína seinastu venjing undan fyrra av tveimum UEFA Nations League dystum, sum eru á skránni næstu dagarnar.

Í morgin, leygardagin spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli, og týsdagin í komandi viku møta Håkan Ericson og hansara menn Lettlandi á Skonto Stadion í Riga.

Men tað verður uttan Teit Matras Gestsson í føroyska hópinum. HB málverjin hevur ein skaða at dragast við, og verður ikki klárur til landsdystirnar, ið standa fyri framman. Í staðin hevur Håkan Ericson úttikið Kristian Joensen úr NSÍ.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Norðurmakedónia, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 14:00, fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

Myndirnar niðanfyri eru frá venjingini fríggjadagin, sum var á Hoyvíksvøllinum.

Myndir: Hans Erik Danielsen