Ongar avmarkingar á áskoðaratali er til steypafinaluna hjá kvinnum millum NSÍ og HB, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00, men øll, 15 ár og eldri, skulu vísa koronapass við dyrnar
——————
Eftir at tilmælini frá myndugleikunum aftur vórðu broytt í gjár, fríggjadagin 12. november, verður neyðugt at innføra koronapass í sambandi við steypafinaluna hjá kvinnum, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00. Liðini í finaluni eru NSÍ og HB.
Sambært tilmælunum er nú eingin avmarking á áskoðaratali til tiltøk uttandura, men koronapass krevst, og er hetta galdandi fyri øll, 15 ár og eldri.
Hetta merkir samstundis, at ikki er neyðugt at deila eysturskýlið í smærri bólkar, sum upprunaliga ætlað.
Vegleiðing um brúk av koronapassi
Allir áskoðarar, ið eru 15 ár ella eldri, skulu vísa gyldugt koronapass við inngongdina til steypafinaluna hjá kvinnum í dag.
Fyri at vera í gildi skal eitt koronapass uppfylla eina av seks treytunum niðanfyri.
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
(1) lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
(2) koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
(3) PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.
Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:
(4) gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
(5) váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
(6) váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið.
Føroyska talgilda koronupassið kann takast niður á telefonina H E R
Atgongumerki til steypafinaluna hjá kvinnum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA