Í samband við dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia, sum verða í mars mánað, skipar FSF fyri serstøkum landsliðstúri fyri áskoðarar

——————

Fríggjadagin 24. mars spælir A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars skal føroyska liðið aftur á vøllin, tá Norðurmakedónia tekur ímóti í venjingardysti á Todor Proeski National Stadion í Skopje.

Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri serstøkum landsliðstúri fyri áskoðarar.

Mikudagin 22. mars verður flogið við Atlantic Airways úr Vágum og beinleiðis til høvuðsstaðin í Moldova, Chisinau, har gist verður á Courtyard by Marriott Chisinau. Gistingarhúsið er staðsett væl fyri mitt í býnum, og bjóðar allar nýmótans hentleikar.

Fríggjakvøldið klokkan 21:45 lokala tíð spæla Moldova og Føroyar á tjóðarleikvøllinum, Zimbru Stadion, og seinnapartin leygardagin verður kósin sett móti Skopje í Norðurmakedónia. Í Skopje býr ferðalagið á Skopje Marriott Hotel.

Landsdysturin millum Norðurmakedónia og Føroyar verður mánakvøldið 27. mars klokkan 18:00.

Heimferðin verður týsdagin 28. mars. Flogið verður við Atlantic Airways úr Skopje til Keypmannahavnar, og ferðalagið ferðast síðan víðari til Vágar um kvøldið við rutuni hjá Atlantsflog.

Kostnaðurin fyri túrin er 14.625 krónur fyri hvønn persón í tvíkamari (eykagjald fyri einakamar er 3.600 krónur). Íroknað prísin er flogferð og ferðaavgjøld, gisting í tvíkamari, morgunmatur, bussflutningur og atgongumerki til dystirnar. Nærri kunning fæst við at venda sær til Kristin Dam Ziska, tel. 29 19 68.

Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Skráin
22. mars (kl. 14:50) Vágar-Chisinau (Atlantic Airways)
24. mars (kl. 21:45) Moldova – Føroyar á Zimbru Stadion
25. mars (kl. 15:00) Chisinau-Skopje (Hi Sky H7 115)
27. mars (kl. 18:00) Norðurmakedónia – Føroyar á Todor Proeski National Stadion
28. mars (kl. 12:40) Skopje-Keypmannahavn (Atlantic Airways)
28. mars (kl. 18:05) Keypmannahavn-Vágar (Atlantic Airways)