Í samband við dystin millum Føroyar og Spania, verður skipað fyri stórum fjepparatiltaki í Gundadali 16. september


16. september byrjar nýggja HM undankappingin hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar taka í fyrsta dystinum ímóti heimsstjørnunum úr Spania, og Fótbóltssambandið skipar fyri stórum fjepparatiltaki í samband við dystin.

Fjepparatiltakið byrjar á Niðara vølli í Gundadali, har møguleiki verður fyri at royna seg í ymiskum stuttligum fótbóltsspølum, áðrenn farið verður yvir á Tórsvøll til ein familjuvinarligan døgurða frá køkinum á Hotel Brandan, andlitsmáling og dyst.

Fótbóltssambandið samskipar bussflutning til og úr Havn fyri tey, sum hava tørv á tí.

Skráin fyri tiltakið 
Kl. 15.00 – 17.15: Ymisk spøl á Niðara vølli 
Kl. 17.00 – 18.00: Matur, andlitsmáling o.a. á eystaru langsíðu á Tórsvølli 
Kl. 18.00: Føroyar – Spania

Tiltakið kostar 85,- pr. persón. Tá er dystur, matur og evt. bussflutningur íroknað.

Tilboðið er til øll barna- og ungdómslið, men til ber eisini hjá eitt nú skúlaflokkum og vinarbólkum at tilmelda seg. Vit vóna at síggja so nógv sum gjørligt á Tórsvølli 16. september 2021. Íroknað prísinum er atgongumerki til ein venjara/vaksnan pr. lið/bólk.

Tilmelding fer fram her. Freistin at melda til er sunnukvøldið 12. september 2021 á midnátt.