Í samband við landsdystin á útivølli móti Litava, sum verður hósdagin 22. september, skipar FSF fyri fjepparatúri til litaviska høvuðsstaðin, Vilnius

——————

Hósdagin 22. september kl. 19:45 (føroyska tíð) spælir A-landsliðið við monnum UEFA Nations League dyst á útivølli móti Litava. Dysturin verður á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius.

Í samband við dystin skipar FSF fyri serstøkum fjepparatúri. Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Vilnius sunnudagin 18. september klokkan 20:40.

Túrurin verður gjørdur í samstarvi við Atlantic Airways, og í løtuni verður kannað, hvørt tað er møguligt at broyta fráferðina til mánamorgunin 19. september.

Heimferðin er dagin eftir dystin, fríggjadagin 23. september kl. 08:25.

Í Vilnius býr føroyska ferðalagið á Radisson Blu Royal Astorija Hotel, ið er eitt 5-stjørna gistingarhús, sum liggur í hjartanum av gamla býarpartinum í litaviska høvuðsstaðnum.

Kostnaðurin fyri túrin er 8.450 kr. Íroknað prísin er flogferð og ferðaavgjøld, gisting í tvíkamari, morgunmatur á hotellinum og bussflutningur. Eykagjald fyri einakamar er 1.900 kr.

Tað er ókeypis atgongd til sjálvan dystin, men neyðugt er kortini, at allir áskoðararnir skráseta seg í atgongumerkjaskipanini hjá FSF (Nethandilin). Atgongumerki verða útflýggjaði á Radisson Blu Royal Astorija Hotel á dystardegnum.

Ferðaskráin
18. sept. kl. 20:40 Vágar–Vilnius (kann verða broytt til mánamorgunin 19. sept.)
22. sept. kl. 21:45 Litava – Føroyar á LFF Stadion
23. sept. kl. 08:25 Vilnius–Vágar

Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Greinin er broytt 31. august klokkan 15:38.