Nú ber til at keypa atgongumerki til landsdystin millum Andorra og Føroyar, sum verður á Estadi Nacional leikvøllinum í Andorra 25. mars. Kostnaðurin er einans 150 krónur
Leygardagin 25. mars skal A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Andorra tekur ímóti á Estadi Nacional leikvøllinum í Andorra la Vella. Talan er um fimta dystin í undankappingini til EM 2018, og nú ber til hjá føroysku áskoðarunum at keypa atgongumerki til dystin. Kostnaðurin er einans 150 krónur, og atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

– Hetta er ein dystur, sum vit fara eftir at vinna. Men tað hendir ikki av sær sjálvum. Tað krevur hart arbeiði av okkum øllum, og tí hevði verið øgiliga deiligt, um vit kundu fingið hjálp uttanfyri vøllin eisini, sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen.

Í samband við dystin flýgur Atlantic Airways beinleiðis til Barcelona týsdagin 21. mars, og heim aftur sunnudagin 26. mars. Kostnaðurin fyri flogferðina er 3.955 krónur. Á www.atlantic.fo ber eisini til at bíleggja hotel, bæði í Barcelona og í Andorra.

Nethandilin: Atgongumerkjasølan / Andorra – Føroyar