Í samband við kvinnulandsdystirnar, sum eru á skránni næstu dagarnar, bjóðar FSF ókeypis kaffi og køku til allar áskoðararnar

——————

Í hesum góðveðursdøgum standa tvær spennandi uppgávur fyri framman hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Fríggjadagin 31. mai spæla Føroyar og Andorra EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og týsdagin 4. juni kemur Grikkaland á vitjan.

Báðar dagarnar byrjar dysturin klokkan 16:45.

Stuðulin til okkara leikarar frá áskoðarunum hevur stóran týdning, og vónandi vera nógv, ið koma á Tórsvøll hesar næstu dagarnar at rópa og heppa á Føroyar.

Men Fótbóltssamband Føroya ynskir eisini at geva nakað aftur, og tí fer FSF at bjóða kaffi (og te) og køku til allar áskoðararnar.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er einans 95 krónur.