Hósdagin 13. februar klokkan 18:00 venur kvinnulandsliðið í Sarpugerði í Norðragøtu. Í seinna partinum av venjingini eru øll børn vælkomin at venja saman við landsliðnum


Sum fyrireiking til venjingardystin móti Estlandi, sum verður á Tórsvølli mánadagin 9. mars, umframt EM-undankappingardystirnar, ið eru á skránni seinni í ár, venur føroyska kvinnulandsliðið í Sarpugerði í Norðragøtu hósdagin 13. februar klokkan 18:00.

 

Í hesum sambandi ynskir Fótbóltssamband Føroya at bjóða øllum børnum at venja saman við kvinnulandsliðnum. Fyrsta tíman er møguleiki at fylgja venjingini frá síðulinjuni, men frá klokkan 19:00 sleppa børnini at verða partur av venjingini hjá landsliðnum.

 

Skipað verður fyri ymiskum fótbóltsspølum, og aftaná skriva landsliðsspælararnir autografar, og FSF bjóðar øllum sunkist.

 

Fyrsti EM-undankappingardystur hjá kvinnulandsliðnum í ár verður tann 10. apríl, á útivølli ímóti Wales. Samanlagt skulu føroyska kvinnurnar spæla ein venjingardyst og fimm EM-undankappingardystir í 2020.