Heilsufótbóltur: Annika Nicolajsen úr Skopun hevur vant Heilsufótbólt síðani apríl. Sjálv sigur Annika, at hon nú følir seg fulla av energi og er nógv betur fyri kropsliga. Í hesum tíðarskeiði er kolesteroltalið eisini minkað úr 7,7 niður í 5,2
– Eg gleði meg til hvørja venjing. Vit hava tað ordiliga stuttligt saman, og Gerda, ið stendur fyri venjingini, dugur eisini ótrúliga væl at skipa fyri, og eg haldi veruliga, at vit fáa nakað burtur úr hvørjari venjing, sigur Annika Nicolajsen úr Skopun, sum síðani apríl mánaða i ár hevur vant við í Heilsufótbóltinum hjá B71.

Eins og í fleiri øðrum feløgum, hevur B71 skipað fyri Heilsufótbólti á Sandi síðani tíðliga í hesum árinum. Undirtøkan á Sandi hevur verið góð, og sum heild hevur undirtøkan verið góð kring alt landið. Seinastu tølini vísa, at síðani átakið byrjaði, hava umleið 700 kvinnur og menn tikið lut.

Fyri nógv tey flestu hevur Heilsufótbólturin eisini hjálpt munandi uppá heilsustøðuna, umframt at tey kropsliga eru blivin nógv betri fyri.

Og fyri Anniku Nicolajsen gjørdi tað eisini veruligan mun, tá hon byrjaði at taka lut í Heilsufótbóltinum á Sandi.

– Eg gekk umleið 8 kilometrar fýra ferðir um vikuna í eitt ár, men kolesteroltalið vildi ikki flyta seg. Tað vísti 7,7 hvørja ferð. Men so byrjaði eg at taka lut í Heilsufótbóltinum, og aftaná tríggjar mánaðar hevði kolesteroltalið flutt seg niður á 5,8, og seinast tað varð kannað, vísti kolesteroltalið 5,2.

– Tá eg byrjaði í apríl, orkaði eg ikki serliga væl, og bleiv beinanvegin móð. Men nú orki eg nógv betur, og eri full av energi, tá eg komi heim. Vit venja vanliga á vøllinum, men tá veðrið er ordiliga keðiligt, so fara vit onkuntíð inn í høllina, sigur Annika Nicolajsen.

Endamálið við Heilsufótbóltinum er at fáa vaksin og tilkomin, bæði kvinnur og menn, at venja/spæla fótbólt eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis bøta um heilsuna hjá luttakarunum.

Síðani Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløgini, fór undir átakið, hava 14 feløg skipað fyri Heilsufótbólti.