HEILSUFÓTBÓLTUR: Knút Olsen tók heilivág fyri ov høgt blóðtrýst, men síðani hann byrjaði at taka lut í Heilsufótbóltinum, hevur hann fingið tað nógv betri, og fyri tveimum mánaðum síðani varð heilivágurin lagdur á hyllina
– Nú orki eg so nógv betur at spurta eftir bóltinum, og so er hetta eisini ótrúliga stuttligt. Okkurt kvøldið havi eg verið líka móður í smílikullunum sum í beinunum. Soleiðis sigur 46 ára gamli Knút Olsen, sum síðani apríl mánaða hevur tikið lut í Heilsufótbóltinum, sum Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløgini skipar fyri.

Undirtøkan fyri Heilsufótbóltinum hevur verið góð, og síðani átakið byrjaði í mars mánaða hava umleið 700 kvinnur og menn tikið lut.

Fyri nógvar av luttakarunum hevur átakið eisini hjálpt munandi uppá heilsustøðuna, og kropsliga eru tey flestu blivin nógv betur fyri.

– Eg eri nógv betri fyri í dag, enn tá eg byrjaði, og nú eri eg eisini sloppin av við heilivágin, sum eg tók fyri ov høgt blóðtrýst. Javnvágin (balansan) er eisini vorðin nógv betur, so hetta er heilt fantastiskt, sigur Knút Olsen, og leggur afturat, at eisini tann sosiali parturin er góður.

– Vit prika hvønn annan eitt sindur, men tað er altíð líka stuttligt. Og har afturat havi eg eisini lært nógv nýggj fólk at kenna, sum eg nú tosi við til dagligt, sigur Knút Olsen at enda.

Endamálið við Heilsufótbóltinum er at fáa vaksin og tilkomin, bæði kvinnur og menn, at venja/spæla fótbólt eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis at bøta um fólkaheilsuna hjá luttakarunum. Síðani FSF, í samstarvi við feløgini, fór undir átakið, hava 14 feløg skipað fyri Heilsufótbólti.

Yvirlit: Heilsufótbóltur 2015