Lutakast hevur verið um hvør skal hittast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum
Í gjár var lutakast í 3-2 um, hvussu liðini skulu hittast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Tað er longu greitt, at vit í ár skulu hava nýggjan steypavinnara, tí greipuvinnarin frá í fjør, KÍ, tapti í fjórðingsfinaluni móti HB.
HB skal í hálvfinaluni spæla ímóti uppflytarunum úr 07 Vestur, og í hinari hálvfinaluni hittast NSÍ og B36.
Leikskráin fyri hálvfinalurnar sær tí soleiðis út:
6. oktober
NSÍ – B36
07 Vestur – HB
30. oktober
B36 – NSÍ
HB – 07 Vestur
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli 6. november.