Nú er greitt, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum
Lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappinginum hjá kvinnum og monnum var í 3-2 í sjónvarpinum mánakvøldið.

Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya dróg tey átta liðini úr glasbollanum. Fyrst varð drigið um hálvfinalurnar hjá kvinnum, og síðani bleiv drigið um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

Steypakappingin hjá kvinnum:

13. mai:
ÍF/Víkingur – EB-Streymur/Skála
KÍ – HB

4. juni:
EB-Streymur/Skála – ÍF/Víkingur
HB – KÍ

Løgmanssteypið:

21. mai:

Víkingur – B36
NSÍ – HB

3. juni:
B36 – Víkingur
HB – NSÍ

Finalurnar í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum verða spældar á Tórsvølli leygardagin 29. august.

Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, stóð fyri lutakastinum um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum