Nú er greitt, hvussu spælast skal í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, og hvussu liðini møtast í fjórðingsfinalunum hjá monnum

——————

Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, var mánakvøldið gestur í sjónvarpsstovuni, tá lutakast var um, hvvussu spælast skal í 1. umfari og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum, og í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.

1. umfar, kvinnur (sunnudagin 15. mai)
NSÍ – ÍF
AB – EBS/Skála

Fjórðingsfinalur, kvinnur (5. og 6. juni)
Víkingur – NSÍ ella ÍF
KÍ – TB/FCS/Royn
B36 – AB ella EBS/Skála
HB – 07 Vestur.

Fjórðingsfinalur, menn (mikudagin 18. mai)
HB – AB
B36 – Víkingur
KÍ – ÍF
TB – 07 Vestur

Í finaluni hjá kvinnum í fjør vann NSÍ 4-2 á HB, og finaluni hjá monnum mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn B36 til endans vann 5-4 á NSÍ.