Í morgin kl. 15.00 føroyska tíð seta kvinnurnar á A-landsliðnum hol á landsliðárið 2022


A-landsliðið við kvinnum fer í morgin á vøllin til fyrsta landsdystin í ár. Tað verður í vinardysti á Marbella Football Center og mótstøðuliðið er Norðurírland. Norðurírar fyrireika seg til EM-endaspælið í Englandi í summar, og seinast liðini hittust var í EM undankappingardysti fyri einum góðum ári síðan. Tá endaði tað við 5-1 sigri til Norðurírland, hóast Føroyar við máli frá Jensu Tórolvsdóttir komu á odda frá byrjan í dystinum.

Í morgin er talan um vinardyst og dysturin er partur av venjingarlegu hjá kvinnulandsliðnum. Umframt dystin í morgin, spæla kvinnurnar eisini móti Gibraltar, tað verður á Victoria Stadium í Gibraltar sunnudagin 20. februar.

Niðanfyri eru myndir frá venjingum í Marbella, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.