Fyrrverandi liðskiparin og stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36, Klæmint Matras er gestur í FSF Varpinum hesaferð

Mr. B36 verður hann kallaður av nógvum, og hann var sum fáur stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá árstalsfelagnum í nógv ár. Men í 2014 takkaði hann fyri seg, og hevur síðani fylgt gongdini frá síðulinjuni.

 

Tað eydnaðist Klæminti Matras at vinna fýra meistaraheitir fyri B36, og spæla tveir landsdystir fyri Føroyar, áðrenn hann gavst við fótbóltinum fyri trimum árum síðina. Men hvat ger Klæmint í dag, og hvussu nógv fylgir hann við fótbóltinum?