Hóast hon ikki fekk atgongumerki til dystin, gjørdist Kirstin Maria Ocampo vinnarin av Instagram kappingini hjá FSF

Hon fekk einki atgongumerki til dystin – men sleppur nú til Lissabon.

– Eg var for sein at keypa atgongumerki til dystin, so eg sat heima og hugdi í sjónvarpinum. Men eg kundi ikki lata vera við at taka ein mynd av Tórsvølli, sum eg helt riggarði ótrúliga væl hetta kvøldið, sigur ein týðuliga fegin Kirstin M. Ocampo.

Í sambandi við landsdystin móti Portugal skipaði FSF fyri Instagram kapping #FØRPOR. Hepni vinnarin gjørdist Kirstin M. Ocampo úr Havn, sum hevur vunnið tveir ferðaseðlar til portugisiska høvuðsstaðin, Lissabon.

 

Atlantic Airways flýgur næsta summar beinleiðis til høvuðsstaðin í Portugal í tíðarskeiðinum 3. juli til 4. september komandi ár. Føroyar hitta Portugal á útivølli 31. august 2017.

 

Tað ber til at finna FSF á Instagram – vit eita fsf1979

 


Vinnaramyndin hjá Kirstini M. Ocampo

 


Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, Kirstin M. Ocampo, og Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways – Mynd: Hans Erik Danielsen