Meðan KÍ vann flest heiðursmerkir samanlagt, so endaðu flest gull í HB. Men eisini NSÍ stóð seg væl í hesum kappingarárinum

Kappingarárið 2016 er av, og vinnararnir í øllum kappingunum eru funnir. Og um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum, so hilnaðist árið serliga væl fyri KÍ, HB og NSÍ.

 

Samanlagt vunnu klaksvíkingar 12 heiðursmerkir. Fimm gull, tríggjar silvur og fýra bronsu. Hinvegin vann HB flestar gull. Teir reyð-svørtu vunnu í alt sjey gull og tríggjar silvur. 

Nummar trý í samlaða yvirlitnum gjørdist NSÍ, sum vann tríggjar gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsu medaljur í hesum árinum.

Yvirlit yvir allar meistarar og steypavinnarar fyri kappingarárið 2016 sæst her: Meistarar og steypavinnarar 2016

 

Víkingur, vinnarar av EFFO-deildini 2016 – Mynd: Álvur Haraldsen

 

KÍ, vinnarar av Løgmanssteypinum 2016 – Mynd: Heri Joensen

 

KÍ kvinnur, vinnarar av steypakappingini og føroyameistarar 2016 – Mynd: Heri Joensen