Við hvør sínum tryggum sigri í fyrsta umfari, hava KÍ og NSÍ lagt væl frá landi í endaspælinum í kappingini fyri U21

——————

Mánakvøldið var hol sett á endaspælið í landskappingini í U21. Tveir dystir vóru á skránni. Í Havn tók HB ímóti KÍ, og við Løkin í Runavík var AB á vitjan. Og talan gjørdist um tveir tryggar sigrar – í Runavík til heimaliðið, og í Havn til útiliðið.

Í Gundadali lótu klaksvíkingar ongan iva vera um, hvar tey trý stigini skuldu fara. Í steðginum var KÍ á odda 1-0, og tað gjørdi ikki uppgávuna hjá HB nemmara, tá ein á heimaliðnum beint áðrenn hálvleik fekk reytt kort. Úrslitið bleiv 4-0 til KÍ, við málum frá Ari Mine Jacobsen, sum skoraðu tvey, og Jacob Vitalis og Kristian Svabo Eliasen.

Við Løkin í Runavík vann NSÍ 4-1 á AB. Jørgen Nielsen, ið nýliga er komin heim aftur úr svenskum fótbólti, legði bragdliga fyri, og longu eftir átta minuttum hevði hann lagt vespurnar á odda 2-0.

Tá hálvur tími var spæla økti Marius Nón til 3-0, og stutt eftir steðgin skoraði Meinhard Janusarson til 4-0. Argjamenn fingu pynta um støðuna tá fáir minuttir vóru eftir at spæla. Málskjútti var Gunnar Reynslág.

Fimta liðið í bólki A í endaspælinum hjá U21 er B36, sum komandi sunnukvøld tekur ímóti NSÍ. Mánakvøldið hittast AB og HB.

Støðan og leikskrá