Hóskvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum, sum verða 13. og 14. mai, og 24. og 25. juni

——————

Tá samanumkom gjørdist talan um greiðar sigrar til KÍ, NSÍ, HB og Víking í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum, sum vórðu spældar mikukvøldið og hóskvøldið.

Mikukvøldið vann HB 3-1 á B36, KÍ vann 3-0 á B68, og Víkingur vann 5-0 á FC Hoyvík. Fjórða fjórðingsfinalan var hóskvøldið, og í góðveðrinum á Dungasandi í Sørvági vann NSÍ ein tryggan 4-0 sigur á 07 Vestur.

Tá Klæmint Olsen hevði sett endaligt punktum fyri sigrinum hjá teimum gulu og svørtu, og dómarin, Andras Skaalum lítla løtu seinni floytaði av, varð farið undir at kasta lut um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum.

Tað var Sigtór Petersen, ið fekk heiðurin at draga, og tað háttaði seg soleiðis, at í tí einu hálvfinaluni møtast KÍ og NSÍ, meðan hin hálvfinalan verður ímillum HB og Víking.

Hálvfinalurnar verða spældar 13. og 14. mai, og 24. og 25. juni. Akkurát hvør dystur verður nær, verður kunnað um í næstum.

Finalan um Løgmanssteypið hjá monnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur.