Tær kongabláu vunnu steypafinaluna móti NSÍ 3-0, og tær kunnu sostatt kalla seg greipuvinnarar fyri fyrstu ferð síðan 2016


Tað gjørdist ein undirhaldandi og fyri stóran part eisini spennandi finala, tá KÍ og NSÍ brustu saman á Tórsvølli. Serliga í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og liðini komu til góðar møguleikar í báðum endum. Fyrsta vandamikla royndin kom heilt tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Margunn Lindholm slapp til skot, sum Óluva A. Joensen í KÍ málinum tó bjargaði væl. Lítla løtu seinni vóru eisini boð eftir NSÍ málverjanum Sjarlottu Joensen, tá Rannvá B. Andreasen kom í skotstøðu við brotsteigarmarkið. 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu føroyameistararnir tó hol á, tá Rannvá B. Andreasen skjeyt eitt vælavgreitt langskot í bleytum boga uppum Sjarlottu Joensen, og so var 1-0 til KÍ. NSÍ lá framvið nakrar ferðir afturat áðrenn steðgin, men málmøguleikarnir vóru allir uttan úrslit hjá runavíkingum. 

Í seinna hálvleiki var KÍ meira dominerandi, og hóast NSÍ í fleiri umførum var á vitjan í brotsteignum hjá KÍ, so var ongantíð heilt stórur vandi á ferð hjá føroyameistarunum.

Og tá ein góður tími var spældur, gekk tað skjótt frameftir hjá KÍ. Eftir hornaspark hjá NSÍ slapp Hervør Olsen avstað í skjótálop. Framherjin var eirindaleys frammanfyri NSÍ málið, og hon setti bóltin trygt í netið til 2-0, og so lá ein kongablá greipa í luftini.

Løtu seinni staðfesti Victoria á Lakjuni sigurin fyri klaksvíkskvinnur, tá hon prikaði bóltin tað seinasta pettið inn um málstrikuna, eftir at forarbeiðið var gjørt úr høgru síðu hjá KÍ.

Við steypasigrinum hevur KÍ sett eitt sannførandi punktum fyri kappingarárið 2020. Tær eru farnar ósigraðar allan vegin gjøgnum landskappingina og steypakappingina, og kunnu sostatt nú kalla seg greipuvinnarar.

Myndir: Bjarni Enghamar