Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógvi Baldvinsson verða kortini ikki við ímóti Malta og Andorra. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jákupi B. Andreasen og Patriki Johannesen úr KÍ
——————
Tvey avboð afturat eru komin til A-landsliðið hjá monnum, sum í næstu viku skal spæla UEFA Nations League-dystir ímóti Malta og Andorra. Mikudagin gjørdist greitt, at Rene Shaki Joensen ikki verður klárur til landsdystir í næstum, og í hansara stað er komin Heri Hjalt Mohr úr HB.
Og nú er staðfest, at hvørki Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spælir við Valur í Íslandi, ella Rógvi Baldvinsson, ið er sáttmálabundin við Bryne BK í Norra, verða við landsliðnum hesaferð.
Rógvi stríðist við skaða í lærkrikanum, meðan tað eru sóttarhaldsreglur í Íslandi, sum gera, at Kaj Leo kortini ikki verður úttikin til landsdystirnar, sum eru á skránni í komandi viku.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Jákupi B. Andreasen og Patriki Johannesen úr KÍ.
Upprunaliga var liðskiparin hjá klaksvíkingum úttikin til U21-landsdystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði á Toftum 2. og 8. september. Men nú eru also boð eftir honum á A-landsliðnum.
Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 6. september klokkan 14:00 skal føroyska landsliðið royna seg á útivølli ímóti Andorra.
Í UEFA Nations League eru Føroyar í bólki D1, ið umframt Føroyar, Malta og Andorra, eisini telur Lettland.